• Tjaldur hevur drúgvar royndir við at menna ábyrgdarfull og lønandi feløg í tilfeingisríka Norðuratlantshavinum
  • Tjaldur hevur drúgvar royndir við at menna ábyrgdarfull og lønandi feløg í tilfeingisríka Norðuratlantshavinum
  • Virkisskrá
    Samstarv og áhugamál
  • Roynd vinnulívsfólk
    Hvørji vit eru

Um okkum

Tjaldur er eitt føroyskt vinnufelag, ið hugsavnar sítt virksemi um ríka sjógætis- og orkutilfeingið í Norðuratlantshavi, og felagið leggur stóran dent á burðardygga menning í økinum.

Felagið hevur drúgvar virkisroyndir og gott innlit í nevndu ídnaðargeirar í Norðuratlantshavi og ger íløgur í feløg, ið hava vakstarmøguleikar í Føroyum og uttanlands.

Eins og tjóðfuglur okkara, tjaldrið, er Tjaldur heimsborgari, men reiðrið er í Føroyum.

Vinnufelagið Tjaldur
Felagið Tjaldur er skrásett í Føroyum og hevur virksemi í Norðurlondum og Stóra Bretlandi.

P/F Tjaldur varð stovnað í 2004. Felagið er sprottið úr gamla Skipafelagnum, sum varð selt sama árið. Líggjas í Bø varð stjóri og Rúni M. Hansen nevndarformaður í nýggja felagnum.

Tá ið Skipafelagið varð selt, var partafelagið varðveitt, og tí hevur Tjaldur partafelagsnummar 3 í dag – eitt av elstu partafelagsnummarum í Føroyum.

Týðandi leikari, tá ið alivinnan varð endurreist
Um tað mundið, tá ið felagið Tjaldur varð stovnað, vóru fleiri vinnur í Føroyum í trupulleikum.

So at siga øll føroyska alivinnan fór av knóranum, og neyðugt var við nýggjari peningainnspræning, um alivinnan skuldi fóta sær aftur.

Tjaldur nýtti part av reiða peninginum frá søluni av Skipafelagnum til at seta í alivinnuna og var á henda hátt við til at endurreisa vinnuna.

Við í nýggja alisamtakinum
Tjaldur bleiv ein týðandi leikari í nýggja samtakinum Bakkafrost. Stjórin í Tjaldri, Líggjas í Bø, gjørdist nevndarformaður í Bakkafrost. Tá ið Líggjas legði frá sær sum nevndarformaður í 2009, bleiv nevndarformaðurin í Tjaldri, Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost. Rúni er framvegis nevndarformaður í Bakkafrost samtakinum.

Inn í aðrar vinnur
Felagið fór eisini inn í onnur feløg í hesum tíðarskeiði og er framvegis virkið í fleiri av teimum.
Tá ið Effo varð keypt til Føroya frá Statoil í 2007, hevði Tjaldur ein virknan leiklut.
Og tá ið JT Electric (GroAqua) í 2006 hevði tørv á peningi, um felagið skuldi halda áfram, kom Tjaldur inn í felagið.

Tjaldur fór eisini inn í Nema um hetta mundið.

Felagið skipar seg av nýggjum
Í 2016 skipaði felagið seg av nýggjum. Nýggj kós varð sett. Størri dentur varð lagdur á eisini at hava virksemi uttan fyri Føroyar, og felagið setti deild á stovn í Oslo.

Felagið skipaði seg nú meira sum eitt vinnufelag heldur enn eitt íløgufelag. Sum vinnufelag leggur Tjaldur dent á at hava greið langtíðarmál fyri feløgini, sum Tjaldur hevur ognarlut í og at menna tey vinnuliga. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við leiðsluna í feløgunum. Dentur verður eisini lagdur á gott samstarv og góðan virkissið.

Nýggja vinnuliga kósin
Hesin nýggi leisturin, sum varð lagdur í 2016, hevur eisini ávirkað vinnuliga menningina í fleiri av undirfeløgunum.

Nevnast kann JT Electric á Kambsdali, sum er nógv ment síðstu árini. Felagið gjørdi eitt stórt uppkeyp í Skotlandi í 2019, tá ið eitt líknandi felag sum JT varð keypt. Deild varð eisini sett á stovn í Pólandi um sama mundið. JT Electric skifti navn til GroAqua í 2023 og er sera virkið á øllum hesum marknaðum í dag.

Nema hevur eisini ment seg nógv síðstu árini. Nema keypti helvtina av telefelagnum Hey/Vodafone frá íslendingum í 2018 og hina helvtina av Hey/Vodafone í 2020. Sostatt er Nema veitari av bæði KT og telesamskifti í dag og er eisini farið út um landoddarnar við sínum tænastum innan KT.

Effo er eisini eitt av feløgum, sum Tjaldur er virkið í saman við fleiri øðrum føroyskum eigarum. Eitt av hjartamálunum hjá Effo er at vera við í grøna orkuskiftinum í føroyska samfelagnum. Felagið fór virkið inn í vindorku í 2018 og eigur í dag helvtina í Vindrøkt, ið framleiðir grøna orku svarandi til meira enn samlaðu el-nýtsluna hjá øllum sethúsum í Føroyum.

Tjaldur keypti eisini norska felagið LiftUp í 2017. Felagið var millum annað veitari og mennari av útgerð til alivinnuna at savna og taka skarn og deyðan fisk upp úr alibrúkunum til nýtslu á biogassverkum. Stóra svenska fyritøkan Alfa Laval hevði líknandi virksemi sum LiftUp, og í 2021 keypti Alfa Laval felagið.

Tjaldur fór stutt eftir hetta inn í annað felag við líknandi vinnu og er eisini virkið í øðrum feløgum í Norra og aðrastaðni.

Arbeiða í tøttum samstarvi við onnur
Eitt, sum eyðkennir Tjaldur, er, at felagið arbeiðir í tøttum samstarvi við onnur feløg, serstakliga tá ið størri tøk skulu takast.

Eitt felag, sum Tjaldur hevur gjørt stórar íløgur saman við, er norska familjufyritøkan Ferd. Ferd er ein av størstu familjufyritøkunum í Norra. Fyritøkan eigur nøkur av teimum heilt stóru feløgum í Norra sum t.d. Elopak, Interwell og Aibel.

Nýggjasta íløgan, sum Tjaldur og Ferd hava gjørt saman, er í felagið Mintra. Mintra er eitt felag, sum veitir elektroniska frálæru innan orkuvinnuna og sjóvinnuna. Tað er serstakliga í Norra og Englandi, at felagið er virkið, men hevur eisini skrivstovur aðrastaðni. Tað eru yvir 4000 altjóða feløg, sum brúka tænastuna frá Mintra.

Tá ið Tjaldur og Ferd fóru inn í Mintra í 2022, varð sagt í børsfráboðanini, at Tjaldur og Ferd fara at taka virknan lut í felagnum og menna tað enn meira saman við leiðsluni í Mintra. Tað var bretski grunnurin Riverside, sum seldi, og Tjaldur og Ferd komu við 150 milliónum kr. hvør og keyptu góð 40% av felagnum. Rúni M. Hansen frá Tjaldri gjørdist nevndarformaður í Mintra.

Í dag er Tjaldur rættiliga virkið, ikki bara í Føroyum, men eisini uttanlands.

Rúni M. Hansen er nevndarformaður í Tjaldri, og Janus Thomsen er stjóri.

Tjaldur_Logo_kort_WORLD-01-06.png

Hvørji vit eru

Við okkara vinnuligu royndum, innlitið í ídnaðir og góðu sambondum út í heim, metir Tjaldur seg kunna samstarva og veita virðir til flest øll feløg. Nevnd og leiðsla í felagnum hava týðandi ognarlut í felagnum.

  • Runi.jpg
    Rúni M. Hansen
    Nevndarformaður
  • Helge.jpg
    Helge Lund
    Nevndarlimur
  • Liggjas.jpg
    Líggjas í Bø
    Nevndarlimur
  • Nils_4.jpg
    Nils Jegstad
    Íløgustjóri
    +47 97 13 40 58
  • Janus Tjaldur Mynd Nr 6
    Janus Thomsen
    Stjóri
    +298 21 10 21
  • Carlmartinelmerskog
    Carl Martin Elmerskog
    Business Developer and Investment Professional
    +47 92 65 16 52
Víðari til vangar

Samstarv og áhugamál

Tjaldur hugsavnar sítt virksemi um smærri og miðalstór feløg í Norðuratlantshavi.

Felagið ger íløgur í feløg ið hava møguleika at vaksa innan sín ídnað og í meiri búgvin feløg ið kunnu mennast bæði innanlands og uttanlands.

Tjaldur samstarvar eisini við aðrar viðurkendar samstarvsfelagar um størri íløgur, og hugsavnar felagið seg serliga um sjógæti, orku og veitaravinnuna.

  • Tjaldur_Maritime.jpg
    Sjógæti
    Sjógæti fevnir um allar vinnur í sjóvinnuni, tó serliga laksavinnuni
  • OF-14aug15_00Q2930_RGB.jpg
    Orka
    Orka fevnir um útinnan, útbræðing og sølu av orkuvørum
  • 20160927_0463mini-1024.jpg
    Veitaravinnan
    Veitaravinnan fevnir um stuðlandi vinnur innan bæði sjógætis- og orkuídnaðin, eitt nú við nýhugsan, menning og tænastum.

VIRKISHÁTTUR

Tjaldur hevur verið ein virkin íleggjari í eini røð av feløgum og ídnaðum. Vit arbeiða tætt saman við nevnd og leiðslu í feløgunum fyri saman at stinga út í kortið og tryggja eina úrslitagóða tilgongd. Tjaldur ynskir at skapa virðir og menna feløgini, heldur enn at seta sær stuttskygd mál við sølu av feløgunum fyri eyga. Okkum dámar best at hava meirilutan í feløgunum, ella góðan stuðul frá øðrum partaeigarum til at verkseta ætlanirnar fyri feløgini.

  • Virkisroyndir
    Umboðini í Tjaldur hava drúgvar og viðkomandi royndir frá ovastu rókum í bæði føroyskum og altjóða feløgum innan ymsar vinnugreinar.
  • Ídnaðarinnlit
    Tjaldur kann stuðla flestu verandi og nýggjum feløgum umvegis stóra ídnarinnlitið ið umboðini í Tjaldur hava umvegis teirra feløg, sambond og vinnuvitan.
  • Sambond
    Vit meta, at okkara sterku sambond við altjóða vinnu og ídnað, gevur okkara feløgum virðismikla vitan og innlit.
  • Keyp og søla
    Leiðsla og nevnd í Tjaldur hava drúgvar royndir við m.a. at fremja keyp og sølu av fyritøkum, samantvinna feløg, fyreika sølu á keypsskálum, standa fyri fígging ella endurfígging skuld av feløgum.

Samband

P/F TJALDUR
Bryggjubakki 22
FO-100 Tórshavn
Føroyar

P/F TJALDUR
Dronnings Mauds gate 3
0250 Oslo
Norway

Tel. +298 35 18 00
Heimasíða www.tjaldur.com

Tíðindi

Ársaðalfundur

P/F Tjaldur hevur ársaðalfund 14. februar 2024 klokkan 16.00 á Bryggjubakka 22, Tórshavn.

Dagskrá: Smbrt. viðtøkum felagsins.

Til ber at tekna seg til fundin við at ringja til tlf. 457500 ella senda teldupost til status@status.fo í seinasta lagi 09. februar klokkan 12.00.